Tær, ið bygdu land

Fríggjadagin 3. november kl. 16 verður nýggja bókin Tær bygdu land eftir Óla Jacobsen løgd fram í Miðlahúsinum. Bókin er eitt savn av søgum um 20 kvinnur, føddar frá 1890-1932, har gerandislívið í Føroyum í 20. øld verður lýst frá kvinnusjónarhorni. Kvinnurnar eru úr nærum øllum pørtum av Føroyum og hava ymiskar bakgrundir, royndir og lagnur. Bókin er forvitnisig, tí hon lýsir vanligar kvinnulagnur og gevur innlit í søguna frá einum annars lítið lýstum vinkli. Bókin er 300 síður, og forlagið Tjørnustova gevur út.

Á framløguni verður upplestur úr bókini, og Kvinnufelagið og rithøvundurin siga nøkur orð. Drekkamunnur verður at fáa, og møguleiki verður at ogna sær bókina fyri 200 kr. og fáa rithøvundin at signera. Vanligur prísur er 250 kr.

Permumynd

Permumynd