Ársfundur hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya

Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar nú til ársfund á Glyvrum. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir at koma við á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur. Limir í Kvinnufelagnum, sum ynskja at luttaka, kunnu boða Kvinnufelagnum frá, um vit eru fleiri, so kunnu…

Tvey kyn – ymsar støður

Javnstøðunevndin hevur í samstarvi við Nám givið út nýggja bók Tvey kyn – ymsar støður, sum Kristianna Winther Poulsen, MSc, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, hava skrivað og lagt til rættis. Bókin er ætlað til undirvísing í samfelagsfrøði á miðnámi, men kann eisini brúkast til eldru flokkarnar í fólkaskúlanum. Bókin er skipað í sjey ymisk…

Fá pensjónina inn við skeið

Mikukvøldið skipar Kvinnufelagasamskipan Føroya fyri tiltaki um pensjónir, har kvinnur fáa boðskapin inn við skeið. Felagið bjóðar tveimum óheftum serfrøðingum at greiða frá. Ein lógarkøn gevur okkum eina pedagogiska gjøgnumgongd av pensjónum sum heild, og Jan Otto Holm, óheftur fíggjarráðgevi, greiðir frá, hvat vit skulu hava í huganum, tá ið vit velja pensjónir og tryggingar.…

Vaflur, bókaframløga og barnaklæðir í Mettustovu

Nú í jólamánaðinum eru konurnar í Kvinnufelagnum í Havn í sonnum jólahýri. Umframt at hava prýtt hugnaligu Mettustovu til jóla, selja tær eisini nýbakaðar vaflur og drekkamunn til tey, sum støkka inn á gólvið. Inntøkurnar frá vaflusøluni fara til viðlíkahald av 300 ára gomlu Mettustova, sum felagið eisini leigar út til smærri tiltøk, fundir og…