Ársfundur 2014 í Klaksvík

Nevndin í Kvinnufelagnum frøist um, at nýggjasta limafelagið í Kvinnufelagasamskipanini hevur valt at vera vertur fyri ársfundinum í ár. Samstundis vóna vit, at nógvir av limum okkara fara at luttaka á fundinum, ið als ikki bert er fyri nevndarlimir, men fyri allar limir, ið kundu tonkt sær at luttikið. Lýsingin frá KSF er soljóðandi: ÁRSFUNDUR…

Hvør ger hvat?

27. og 28. mai verður ráðstevna og seminar um javnstøðu í Norðurlandahúsinum í Havn. Evnið er kynjabýti á arbeiðsmarknaðinum og heima. Sí innbjóðingina her. Tilmelding fer fram á einum leinki í innbjóðingina. Tørvar tær hjálp at melda teg til, so ring til Tinu á 216064 ella send teldupost á kvinnufelag@kvinnufelag.fo. Skrá fyri ráðstevnuna verður tøkt seinni.

Nýggj nevnd í Kvinnufelagnum

Á aðalfundi í Mettustovu í kvøld varð nýggj nevnd vald. Bjørg Jacobsen ynskti at halda fram og varð afturvald. Tina K. Jakobsen og Rigmor Dam stillaðu upp og vórðu valdar. Báðar hava verið í nevndini í Kvinnufelagnum fyrr. Turið Holm ynskti at stilla upp aftur sum tiltakslimur, og bæði Birta Biskopstø og Annika A. Gregoriussen ynsktu…

Aðalfundur

Aðalfundurin hjá Kvinnufelagnum verður hóskvøldið 27. mars 2014, kl. 19:00 í Mettustovu. Sambært lógini fyri Kvinnufelagið skulu uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum vera nevndini í hendi í seinasta lagi 8 dagar fyri aðalfundin. Á aðalfundinum skulu veljast: tríggir nevndarlimir tveir tiltakslimir tveir roknskapargrannskoðarar eitt umboð í Kvinnufelagasamskipan Føroya eitt eykaumboð í Kvinnufelagasamskipan Føroya Um…