Ársfundur 2014 í Klaksvík

Nevndin í Kvinnufelagnum frøist um, at nýggjasta limafelagið í Kvinnufelagasamskipanini hevur valt at vera vertur fyri ársfundinum í ár. Samstundis vóna vit, at nógvir av limum okkara fara at luttaka á fundinum, ið als ikki bert er fyri nevndarlimir, men fyri allar limir, ið kundu tonkt sær at luttikið. Lýsingin frá KSF er soljóðandi: ÁRSFUNDUR…

Hvør ger hvat?

27. og 28. mai verður ráðstevna og seminar um javnstøðu í Norðurlandahúsinum í Havn. Evnið er kynjabýti á arbeiðsmarknaðinum og heima. Sí innbjóðingina her. Tilmelding fer fram á einum leinki í innbjóðingina. Tørvar tær hjálp at melda teg til, so ring til Tinu á 216064 ella send teldupost á kvinnufelag@kvinnufelag.fo. Skrá fyri ráðstevnuna verður tøkt seinni.

Nógvar vildu í nevndina í Kvinnufelagnum í Havn

Somikið nógvar bjóðaðu seg fram til nevndina í Kvinnufelagnum, at felagið nú hevur fimm nevndarlimir og tríggjar tiltakslimir, sum allar taka lut í nevndararbeiðinum. Á aðalfundi í Mettustovu í gjárkvøldið, hóskvøldið 27. mars 2014, varð nýggj nevnd vald. Tó er nevndin ikki nýggjari enn so, at allar hava verið í nevndini fyrr. Tina K. Jakobsen…

Nýggj nevnd í Kvinnufelagnum

Á aðalfundi í Mettustovu í kvøld varð nýggj nevnd vald. Bjørg Jacobsen ynskti at halda fram og varð afturvald. Tina K. Jakobsen og Rigmor Dam stillaðu upp og vórðu valdar. Báðar hava verið í nevndini í Kvinnufelagnum fyrr. Turið Holm ynskti at stilla upp aftur sum tiltakslimur, og bæði Birta Biskopstø og Annika A. Gregoriussen ynsktu…