Javnstøða í almennum partafeløgum

Í sambandi við 8. mars tiltakið í fjør setti Kvinnufelagið fram trý ynskir, sum skulu viðvirka til at fremja javnstøðu í Føroyum og harvið minka um tann kynsmun, sum framvegis er galdandi. Eitt av hesum ynskjum var at víðka § 8 í javnstøðulógini til eisini at fevna um vinnuligt virksemi hjá tí almenna. Hóast Johan…

Umvælingar á Mettustovu

Sum kunnugt er tørvur á at fremja ávísar umvælingar á Mettustovu. Serliga er stórur tørvur á at fáa skift takið. Nevndin í Kvinnufelagnum hevur havt fund við umboð fyri Tórshavnar býráð at kunna um støðuna og umrøða, hvat gerast kann. Kvinnufelagið hevur sent eina umsókn til býráðið um málið.

Gevist við martyrrolluni!

Hvør skal strúka skjúrturnar, tá maðurin ikki dugir, og konan ikki vil? Hetta var heitið á framúr góðum fyrilestri, sum Kristine Strecker Hestbech mánakvøldið helt fyri Demokratia í Runavík. Javnstøða byrjar í heiminum Hestbech byrjaði fyrilesturin við at tosað um arvasyndina – Eva, sum lokkaði Adam og so var alt spilt – kvinnan kom við…