Eg havi onki at brenna brósthaldaran fyri

Kvinnufelagið stillar upp til sjálvbodna spanking hin 19. mai kl. 20, tá ið Eydna Skaale kemur í Mettustovu við einum tiltrongdum, og helst eisini uppibornum, uppercut. Nú alt færri kvinnur gerast virknar í kvinnukampinum, mugu vit skifta orð um, hvussu Kvinnufelagið verður viðkomandi fyri yngri ættarliðið av kvinnum.Í kjakupplegginum frá Eydnu Skaale verður millum annað sagt…

Ársfundur 2014 í Klaksvík

Nevndin í Kvinnufelagnum frøist um, at nýggjasta limafelagið í Kvinnufelagasamskipanini hevur valt at vera vertur fyri ársfundinum í ár. Samstundis vóna vit, at nógvir av limum okkara fara at luttaka á fundinum, ið als ikki bert er fyri nevndarlimir, men fyri allar limir, ið kundu tonkt sær at luttikið. Lýsingin frá KSF er soljóðandi: ÁRSFUNDUR…

Hvør ger hvat?

27. og 28. mai verður ráðstevna og seminar um javnstøðu í Norðurlandahúsinum í Havn. Evnið er kynjabýti á arbeiðsmarknaðinum og heima. Sí innbjóðingina her. Tilmelding fer fram á einum leinki í innbjóðingina. Tørvar tær hjálp at melda teg til, so ring til Tinu á 216064 ella send teldupost á kvinnufelag@kvinnufelag.fo. Skrá fyri ráðstevnuna verður tøkt seinni.

Nógvar vildu í nevndina í Kvinnufelagnum í Havn

Somikið nógvar bjóðaðu seg fram til nevndina í Kvinnufelagnum, at felagið nú hevur fimm nevndarlimir og tríggjar tiltakslimir, sum allar taka lut í nevndararbeiðinum. Á aðalfundi í Mettustovu í gjárkvøldið, hóskvøldið 27. mars 2014, varð nýggj nevnd vald. Tó er nevndin ikki nýggjari enn so, at allar hava verið í nevndini fyrr. Tina K. Jakobsen…